20. novembur
Altjóða barnarættindadagur
20. novembur er altjóða barnarættindadagur har vit hátíðarhalda Barnarættindasáttmálan. Hendan dagin
varpa vit ljós á rættindi hjá børnum. Í ár leggja vit serliga denta á veðurlagsbroytingar,
og hvussu hesar ávirka børnini fyrst og fremst.
Vit skulu raðfesta børnini fyrst,
tá ið veðurlagskreppan rakar
Altjóða barnarættindadagur verður hátíðarhildin um allan heimin, og vit nýta dagin til at heita á børn í øllum londum at taka orðið. Okkara uppgáva sum vaksin er at lurta eftir børnunum, og geva teimum dirvi at siga sína meining.
Í ár eru 33 ár síðan, at Barnarættindasáttmálin varð orðaður í ST. Og sjávt um tey flestu londini í heiminum taka undir við sáttmálanum og gera sítt fyri, at rættindi hjá børnum verða vird, so kunnu størri kreppur – veðurlagskreppur – forða fyri rættindini hjá børnum millum annað at koma undan og mennast og vaksa upp í tryggum umstøðum.
Loysnirnar skulu finnast í felagi við børnum og vaksnum. Børn skulu hugleiða og geva íblástur, og tey vaksnu skulu taka veðurlagsbroytingarnar í álvara og tryggja børnum eina framtíð, sum tey hava rætt og krav uppá.
Les meira um Barnarættindasáttmálan her

Veðurlagsbroytingarnar hótta lívið hjá børnum. Ógvusligt veður er atvolding í at fleiri milliónir børn eru á flótti og at vatnleiðingar og manglandi reinføriskeldur elva til sjúku og føðslutrot.
Nærum helvtin av øllum børnum í heiminum, uml.

Go Blue
Á altjóða barnarættindadegnum er vanligt, at minnismerkir og bygningar verða lýstir við bláum. Vit hava millum annað sæð kenda Empire State Building í New York og pýramidurnar í Gisa lýstar undir heitinum “Go Blue”.
Men vegna altjóða veðurlags- og orkukreppuna mæla vit í ár til, at bygningar og minnismerkir verða sløkt allan dagin og í staðin verður blátt ljós tendrað í einans 15 minuttir fyri at vísa samhuga.
Við at stuðla UNICEF gert tú mun fyri tey børnini, sum eru allarmest útsett av veðurlagsbroytingum. Tølini hjá okkum vísa ár eftir ár, at hjálpin hjá tær ger mun.
Gerst heimsforeldur í dag.
