UNICEF Danmarks kontor i Grønland

Um okkara arbeiði

Øll børn hava rætt til at koma undan og trívast

UNICEF arbeiðir fyri at hjálpa øllum børnum við at koma undan og trívast, so tey kunnu vaksa upp sum sunn og røsk børn. Sama hvørji tey eru, og hvar tey búgva.

Tey seinastu 30 árini eru ómetalig framstig gjørd fyri heimsins børn. Til dømis koma meira end 50 prosent fleiri børn undir fimm ár undan nú sammett við 1990.

Men um allan heim eru framvegis milliónir av børnum, sum dragna afturúr. Børn, sum ikki enn hava fingið gagn av tí góðu menningini, tí teimum vantar ordiligan mat, reint vatn, koppingarevni, heilivág, læknahjálp og aðrar grundleggjandi heilsuveitingar.

Í 2019 doyðu 5,2 milliónir børn undir fimm ár av ymiskum, sum kundi verið forðað ella fyribyrgt. Tað merkir, at hvønn einasta dag vóru sløk 14.000 børn, sum mistu lívið. 2,4 milliónir vóru pinkubørn og doyðu eftir bara nøkrum fáum mánaðum.

Tey flestu børnini doyggja av sjúkum sum malaria, lívsýki og lungnabruna, sum eru bíligar og einfaldar at viðgera.

Meira enn 40 prosent av børnum undir fimm ár hava ilt við at menna seg nóg væl og verða ikki fullment, tí tey ikki fáa ta føðslu, umsorgan og stimbran, sum krevst, fyri at heili og kroppur kunnu mennast rætt.

Øll børn hava rætt til at læra og til møguleika at útbúgva sig

UNICEF hjálpir børnum við at koma í skúla og fáa dygdargóða útbúgving, so tey kunnu royna síni evni til fulnar og smíða sær eina góða framtíð. Sama hvørji tey eru, og hvar tey búgva.

Útbúgving er lykilin til framtíðina. Og UNICEF heldur tí, at øll heimsins børn skulu sleppa fram at einari hollari útbúgving.

Stór framstig eru hend seinastu 20 árini. Síðan ár 2000 eru børn í grundskúlaaldri, sum ikki sleppa í skúla, fallið frá 100 milliónum til 59 milliónir í 2020. Men tann góða menningin er tíverri steðgað seinastu árini.

Nógvar forðingar eru fyri læring og útbúgving hjá børnum

Mangt er, sum forðar børnum í at fáa ta útbúgving, tey hava rætt til. Um allan heim er fátækradømi framvegis størsta orsøkin til, at børn ikki sleppa í skúla og fáa útbúgving. Drúgv kríggj í londum sum Sýria og Yemen hava tvingað 27 milliónir børn úr skúlum, tí tey liva á flótti, ella tí skúlin er í sorli. Men eisini viðurskifti sum kyn, bústaður og etniskt tilknýti kunnu gera sítt til, um børn sleppa at útbúgva sig ella ei.

Nura går i en UNICEF skole i Somalia

”Mær dámar væl allar lærugreinar í skúlanum, serliga arabiskt. Eg ætli mær at vera høvundur, tá ið eg verði vaksin,” sigur 7 ára gamla Nura.

Skúli hennara er í Ainabo í Somalia. Hann fær stuðul frá UNICEF, sum hevur bygt eitt flokshøli og tveir fyribils undirvísingardeplar. Harumframt hevur UNICEF millum annað gjørt skúlanum ein vatntanga, og 200 næmingar hava fingið skúlabúnar.
© UNICEF/2017/Rich

Í 2016 vantaði helmingurin av øllum heimsins børnum í forskúlaaldri, 61 milliónir børn í grundskúlaaldri, 60 milliónir størri børn og 142 milliónir ung atgongd til útbúgving og læring.

Vánalig góðska er ein onnur avbjóðing fyri møguleika hjá børnum at læra og at útbúgva seg. Í alt ov mongum londum er undirvísingin vánalig og skúlakarmarnir so vánaligir, at tað í sjálvum sær forðar børnunum í at læra og fáa nakra rættiliga útbúgving. 617 milliónir børn og ung um allan heim læra ikki grundleggjandi førleikarnar at lesa og rokna.

10 ára gamli Abdallah frá Sýria misti førleikan at ganga.

Øll børn hava rætt til at verða vard fyri ágangi sum harðskapi og misnýtslu

Málið hjá UNICEF er at gera heimin til ein tryggan stað hjá børnum at vaksa upp í. Tað arbeiðið gera vit á ymsum mótum. Vit samstarva við heimsins stjórnir um at bøta lóggávu og sosialar skipanir, so børn verða betur vard fyri ágangi sum harðskapi og misnýtslu.

Hvønn dag eru børn í túsundatali fyri ágangi av ymsum slagi:

  • 12 milliónir gentur verða hvørt ár giftar, áðrenn tær hava fylt 18 ár.
  • Um allan heim liva 200 milliónir gentur og kvinnur við teimum mangan pínufullu árinunum eftir at vera umskornar.
  • 300 milliónir børn verða likamliga revsað við hús.
  • 1 av 3 av teimum 13-15 ára gomlu er fyri happing.
  • 732 milliónir børn liva í londum, har tað framvegis er loyvt at revsa børn við harðskapi í skúlanum.
  • 7. hvønn minutt doyr ein tannáringur av harðskapi
  • 15 milliónir tannáringagentur í aldrinum 15 til 19 ár hava verið fyri kynsligum ágangi.

Harðskapur ímóti gentum er framvegis eitt tað vanligasta mannarættindabrotið um allan heim. Og tí leggur UNICEF serligan dent á at fyribyrgja og berja niður harðskap ímóti gentum.

940.000 teenage piger har fået hjælp til uddannelse og undervisning i livsfærdigheder af UNICEF for at forebygge at pigerne bliver giftet væk. Foto: © UNICEF/2017/Vishwanathan

Í 2017 høvdu 940.000 tannáringagentur fingið hjálp til útbúgving og undirvísing í lívsførleika frá UNICEF. Undirvísingin skal vera við til at forða fyri, at genturnar verða giftar burtur á ungum aldri.
© UNICEF/2017/Vishwanathan

Aðalreglan er, at øll rættindi galda fyri øll børn uttan undantakið. Skyldan er hjá statinum at verja øll børn ímóti mismuni.
BARNASÁTTMÁLIN, GREIN 2: JAVNRÆTTINDI OG VERJA FYRI MISMUNI

Børn skulu verða vard fyri veðurlagsbroytingum

Øll børn hava rætt til at liva í umhvørvi, sum stimbrar teirra vøkstur og trygd. Men lív og trivnaður hjá børnum um allan heim er hóttur av veðurlagsbroytingum, dálking, vatntroti, náttúruvanlukkum og óætlaðari øktari býargerð.

Ongantíð áður hava so nógv børn og ung verið stødd í vanlukkum, sum krevja bráðfeingis humanitera neyðhjálp. Náttúruvanlukkur og ávirkan frá veðurlagsbroytingum tvinga milliónir av børnum úr heimunum við vanda fyri at vera fyri harðskapi, misnýslu, føðslutroti og lívshóttandi sjúkum.

Um allan heim liva 300 milliónir børn, har luftdálkingin er komin á eitrandi stig. 2,3 milliardir menniskju hava framvegis ikki grundleggjandi toilettviðurskifti í lagi. 159 milliónir menniskju taka drekkivatn beinleiðis úr áum, vøtnum og øðrum ivasomum keldum. Og vatntrot verður ein alsamt vaksandi trupulleiki. Í 2040 fer fjórða hvørt barn í heiminum at búgva, har ógviliga lítið vatn er.

1,6 milliardir menniskju hava síðan 2000 fingið reint drekkivatn.
© UNICEF/Clarke for UNOCHA

Øll børn hava rætt til ein veruligan møguleika í lívinum

Øll børn skulu hava ein veruligan møguleika og møguleika fyri at røkka tí, ið evnini bera. Men tað fáa milliónir av børnum um allan heim ikki av ógvisligum fátækradømi, samanbrestum, mannamuni og øðrum forðingum, har tey búgva, ella tí tey eru tað kyn, tey eru. Tá ið børn ikki fáa ein veruligan møguleika í lívinum, fær tað lívslangar fylgjur fyri tey sjálv og fyri samfelagið, tí ójavni og saknur heldur børn føst í fátækradømi fleiri ættarlið inn í framtíðina.

UNICEF berjist fyri at geva øllum børnum ein veruligan møguleika í lívinum og virkar tí á fleiri mótum. Vit geva til dømis fátækum familjum reiðupening, so tey fáa eitt ískoyti til at taka sær av familjuni og fáa betri møguleika at raðfesta skúlagongd og heilsu hjá barninum. Vit gera nógv fyri at tryggja, at gentur fáa somu møguleikar sum dreingir – serliga tá ið tað ræður um útbúgving. Og vit verja børn á flótti og gera okkara at fáa tey saman aftur við familjuni og síggja til at fáa barnavinaligar deildir í flóttafólkalegunum, sum geva børnunum eitt trygt stað at vera barn, og har tey kunnu fáa sálarliga-sosiala hjálp til at viðgera tær traumatisku upplivingar, tey hava havt sum børn á flótti.

Flóttafólk kunnu eisini vera flóttafólk í egnum landi, sum hesi sýrisku børnini, sum búgva í flóttafólkalegu fyri útlagin innanlands í Sýria. Fýra milliónir onnur eru flýdd til grannalondini av krígsávum.
© UNICEF/2018

Vit arbeiða skjótt og hugsa nýtt fyri at hjálpa øllum heimsins børnum

UNICEF hjálpir børnum í 190 londum og landaøkjum, sum er meira enn nakar annar barnafelagsskapur. Vit samstarva við myndugleikar og stjórnir á staðnum, aðrar ST-felagsskapir og aðrar barnafelagsskapir og brúka okkara drúgvu royndir og serkunnleika til at bjarga børnum og gera teirra lív betri hvønn einasta dag.

Tær góðu royndirnar og góðu úrslitini, vit fáa í einum landi ella øki, kunnu vit endurnýta í einum øðrum. Vit knýta altíð bráðneyðug neyðhjálparátak saman við langtíðar menningararbeiði. Av tí at vit hava eitt netverk, ið fevnir um allan heim, eru vit før fyri at fáa úrslit fyri øll heimsins børn.

Vit arbeiða miðvíst við at ávirka marknaðirnar um ta útgerð, vit keypa til heimsins børn, so vit altíð tryggja okkum besta prís og mestu hjálp fyri pengarnar. Vit fáa í lag munagott samstarv við virki og grunnar, og vit brúka gransking og nýskapan sum jarnbrot fyri at skunda undir framstig og varandi ábøtur fyri ØLL heimsins børn.

Hvat kanst tú gera?

Tú kanst vera við til at stuðla bardagan fyri rættindi hjá børnum og arbeiða fyri, at børn um allan heim fáa ein líkinda møguleika at koma sær undan og mennast.

PRØV QUIZZEN HER
Hjálp børnunum og ver heimsforeldur HER
luftluftluftluft