UNICEF LETUR UPP STUÐULSMIÐSTØÐIR TIL FAMILJUR, IÐ FLÝGGJA ÚR UKRAINA

UNICEF og flóttafólkafelagskapurin hjá ST, UNHCR, hava júst latið upp sokallaði Blue Dots. Blue Dots eru fyribils stuðulsmiðstøðir, ið liggja fram við teimum mest nýttu fløttafólkarutum. Endamálið er at hjálpa teimum mongu familjunum, ið beint nú flýggja undan krígnum í Ukraina.

Meira enn ein hálv millión børn flýggja beint nú undan bumbum og skotbardaga úr støðum, sum fyri løtu síðani vóru heim teirra. Í UNICEF seta vit tí í enn størri mun dent á at styrkja arbeiði í Ukraina. Eitt tað nýggjast tiltakið er skipanin av stuðulsmiðstøðum, tey sokallaðu Blue Dots, har ið børn og familjur kunnu fáa hjálp.

Stuðulsmiðstøðirnar bjóða fyribils skjól og verju til mammur og børn, og bjóða eisini læknahjálp og bráðfeingis traumuviðgerð.

Í Blue Dots eru økir fyri pinkubarnamammur til millum annað bróstageving. Fyri tey eldru børnini eru spælistovur o.a.

3-ára gamli Taras er flýddur við familjuni úr Ukraina til Polen. Hann og familjan eru nú stadd á eini Blue Dots stuðulsmiðstøð hjá UNICEF.
Mynd: Joe English

Á Blue Dots miðstøðunum, sum eru settar upp í fleiri grannalondum hjá Ukraina, hjálpa vit børnum, sum eru blivin burtur frá familjuni. Vit hjálpa teimum at finna familjuna aftur.
JAKOS COLVILLE-EBELING, SAMSKIFTISSTJÓRI Í UNICEF DANMARK

Á stuðulsmiðstøðunum veitir starvsfólkið hjá UNICEF stuðul og ráðgeving til familjurnar, so at tær koma trygt víðari. Til dømis er atgongd til internet og telefonsamband, so at familjulimir fáa sett seg í samband við familju, ið er farin framanundan, ella tryggja sær lívstekin frá sínum kæru, sum kanska sita eftir í Ukraina.

Starvsfólkið á Blue Dots spælir ein avgerðandi leiklut í arbeiðinum at finna familjulimir aftur:

”Nógvar familjur eru spjaddar í samband við tí brádligu flýggjanina undan krígnum. So óhugnaligt, sum tað ljóðar, eru eisini børn blivin burtur frá foreldrunum. Á Blue Dots miðstøðunum, sum eru settar upp í fleiri grannalongum hjá Ukraina, hjálpa vit børnunum at finna familjuna aftur,” sigur Jakob Colville-Ebeling, samskiftisstjóri í UNICEF Danmark.

Blue Dots hevur fyrr veri nýtt undir flóttafólkakreppuni í 2015-2016, tá ið stórir steymur av fólki kom úr Sýria:

”Tað er vónin hjá UNICEF og UNHCR, at Blue Dots aftur hesa fer verður avgerandi partur í arbeiðinum at veita friðskjól og hjálp, so børn og familjur kunnu ferðast trygt víðari á hesi ferð, tey eru tvungin á,” leggur Jakob Colville-Ebeling, samskiftisstjóri í UNICEF Danmark aftrat.

Saman við mammu síni er 2-ára gamli Matvee í einum Blue Dot í Rumenia eftir at vera flýdd undan krígnum.
Mynd: Alex Nicodem

Um Blue Dots stuðlsmiðstøðirnar:

  • UNICEF og UNHCR hava samskipa sokalla Blue Dots, ið hevur til endamáls at hjálpa familjum, ið flýggja.
  • Tær fyrstu Blue Dots stuðulsmiðstøðirnar lótu upp í Rumenia. Ætlanin er, at í alt 26 Blue Dots skulu lata upp.
  • Blue Dots verða sett upp framvið teimum mestu brúktu flóttafólkarutunum.
  • Blue Dots varð nýtt undir flóttafólkakreppuni í 2015-2016.
  • Blue Dots eru sett upp í grannalondunum hjá Ukraina, Moldova, Polen, Rumenia, Ungarn, Slovakia og Hvítarusland
  • Blue Dots veita hjálp og ráðgeving til familjur, ið flýggja, so at hesar kunnu koma trygt víðari.
  • Á Blue Dots stuðulsmiðstøðunum fáa mammur og børn fyribils skjól og verju.
  • Á Blue Dots stuðulsmiðstøðunum er læknahjálp og sálarlig fyrstuhjálparviðgerð at fáa.
  • Blue Dots stendur fyri at eyðmerkja børn og finna familjuna aftur.