SOLEIÐIS HJÁLPA VIT BØRNUM Í UKRAINA

TAKK FYRI, AT TÚ GERT TAÐ MØGULIGT

Dagført 1. apríl 2022

Børn í Ukraina fáa tað verri fyri hvønn minutt. Tey goyma seg í kjallarum og metrostatiónum ella ganga tímavís og heilar dagar fyri at koma til landamarkið. Nógv børn hava sagt farvæl við pápar og beiggjar. Onnur ferðast einsamøll uttan ein vaksnan.

Meira enn 1,5 milliónir børn eru flýdd úr Ukraina. Tað eru 75.000 hvønn einasta dag síðan kríggið brast á.

Børn eru bangin, útlúgvað og tey, sum verða burtur frá familju á vegnum, er í stórum vanda fyri at verða fyri misnýtslu og harðskapi.

Tað eru ØLL tey børnini, sum UNICEF beint nú stríðist fyri at verja við hjálp frá føroyingum.

4-ára gamla Mira spælir við eina bamsu í eitt av barnavinaligu stuðulsmiðstøðunum hjá UNICEF, ímeðan mamman hvílir seg.

Soleiðis hjálpa vit børnum í Ukraina
og grannalondunum

UNICEF hevur veri í Ukraina í 25 ár, og tað fara vit eisini framyvir. Vit arbeiða undir hátrýsti fyri at hjálpa børnum og mammum,
sum hava tørv á okkum – bæði í Ukraina og í grannalondunum. Síðan kríggið brast á, hava vit styrkt okkara luttøku, so at vit í enn størri mun kunnu hjálpa fleiri børnum, skjótari!

  • Vit lata millum annað heit klæðir, teppir, reint vatn, heilivág, skurðtól, fyrstuhjálp, útgerð til ljósmøður, reinførispakkar og leikutoy.
  • Vit hava 47 mobil toymir í landinum, ið arbeiða við at verja børn.
  • Vit hava íverksett eina kjatt-app, sum vegleiðir teimum, ið koma fram á børn, ið eru flýdd uttan ein vaksnan. Appin kom út mitt í mars, og 48 tímar seinni høvdu 1500 sjálvbodnar ukrainskar familjur bjóðað seg at taka ímóti einsamøllu børnunum.
  • Í samstarv við Facebook senda vit boð til gentur og kvinnur, um hvussu tær verja seg fyri ágangi, og harafturat senda vit samskiftisupplýsingar til hotlines hjá ukrainsku stjórnini.
  • Vit hava latið upp barnavinaligar stuðulsmiðstøðir – sokallað Blue Dots – fram við teimum stóru fløttafólkarutunum, har ið børn og mammur millum annað fáa læknahjálp og sálarlig fyrstuhjálparviðgerð, eitt stað at hvíla seg og hjálp at koma víðari. Harafturat verða børn, ið ferðast einsamøll eyðmerkt, so at vit kunnu finna familjuna. Inntil víðari hava vit stovnað stuðulsmiðstøðir í Rumenia, Polen og Moldova – og fleiri eru ávegis.

 

Beint nú hava vit 140 starvsfólk í Ukraina, men tørvurin á hjálp er alstórur. Tí eru fleiri starvsfólk hjá UNICEF úr øllum heiminum á veg til Ukraina. Millum annað eru trý starvsfólk frá Heimsgoymsluni í Keypmannahavn farin til Lviv at hjálpa við veitingar- og samskipanararbeiði – her ímillum at skipa goymsluhøli í Lviv, so at okkara ukrainska toymi fær móttikið og sent humaniterar veitingar avstað so skjótt og effektivt sum møguligt.


Neyðhjálp á veg til børnini BEINT NÚ!

UNICEF hevur skrivstovur, starvsfólk og nærhendis goymslur í meira enn 190 londum og landaøkjum í allari verðini – eisini í Ukraina.
Hetta hevur gjørt tað møguligt hjá okkum at hjálpa beinavegin, sum kríggið brast á. Okkara toymir vóru á staðnum, samskipanin var uppá pláss,
og goymslurnar í Ukraina og grannalondunum vóru fyltar upp, so at neyðhjálpin kom fram til børnini innan 48 tímar.

Men tørvurin er alstórur! Tí senda vit uppaftur fleiri veitingar av ymiskum slag til børnini við hjálp frá teimum mongu,
ið hava stuðla arbeiðinum í Ukraina tær seinastu mánaðirnar – og teimum, sum stuðla okkum beint nú. Stóra takk!

 

Her sært tú, hvat vit senda til Ukraina beint nú:

  • Bráðfeingist medisinsk útgerð, undir hesum útgerð til ljósmøður, føðideildir, sóttreinsingarevni, helivág, fyrstuhjálparkassar og harumframt verju til heilsuhjálparfólk, ið júst er latin sjúkrahúsum í øllum Ukraina til gagns fyri 20.000 børnum og mammum.
  • 22 lastbilar eru ávegis Lviv frá goymsluhølum úr allari verðini – har ímillum Heimsgoymsluni í Keypmannahavn –við 168 tonsi av útgerð av ymiskum slag. Fleiri av lastbilunum er longu komnir fram, og hava millum annað hesa útgerð:
    • Teppir og vetrarklæðir
    • Heilivág, fyrstuhjálparkassar, útgerð til føðistovur, ljósmøður, skurðtól, súrevnistól, kuldaskáp o.a. fyri at tryggja eina virkna heilsuskipan eftir álop á fleiri sjúkrahús og heilsumiðstøðir.
    • Reinførispakkar við sápu, mánasjúkubind o.a. og harafturat lummalyktir og floytur til endamáls at hjálpa kvinnum og børnum at verja seg.
    • Skúlaútgerð (blýantar, bøkur, taskur) til 100 mobil undirvísingardeildir til í alt 8.000 børn undir skúlaaldri.

Útgerð til stuðulsmiðstøðir í grannalondunum:

  • Í Polen hava 10 Blue Dot stuðulsmiðstøðir fingið útgerð, so at miðstøðin kann lata upp í endanum av hesi vikuni.
  • Í Rumenia er ein Blue Dot stuðulsmiðstøð latin upp við landamarkið til Sighet, og 2.500 ukrainskar kvinnur og børn hava longu fingið hjálp. Tvey onnur Blue Dot lata upp í næstum.
  • Í Moldova eru trýggjar tær fyrstu Blue Dot stuðulsmiðstøðirnar latnar upp nærhendis Otaci-markið (norður), Palanca-markið (suður) og Moldexpo-móttøkumiðstøðini (Chisinau). Harumframt verða tvær stuðulsmiðstøðir settar upp í vikuni. Lastbilur við 20 tonsi av medisinskari útgerð kemur um fáar dagar.
Saman hjálpa vit fleiri børnum - skjótari. TAKK!
 

8-ára gamli Yaroslav kom til Rumenia við mammu síni, Olenu. “Eg havi grátið í tveir dagar, sigur Olena, ímeðan hon minnist aftur á ferðina. “Maður mín segði, at eg skuldi flýggja fyri at fáa sonin úr vanda. Eg veit ikki, um eg nakrantíð síggi hann aftur.”

8-ára gamla Angelina er júst komin til Rumenia saman við beiggjanum, mammuni og mostrini. “Tað eru átta dagar síðan, vit hava sovið. Luftávaringarnar hoyrdust alla tíð, so vit hava ansað eftir børnunum og sovið ein ella tveir tímar um dagin,” sigur mamman, Oksana, ímeðan hon hyggur yvir á sonin, sum svevur í songini við síðuna av. “Men vit hava tað gott nú. Takk.”

2-ára gamli Matvee kom til UNICEF Blue Dot í Rumenia, saman við mammu síni, Hannu. Hanna var sjálvboðin í eini NGO frá Kharkiv, sum hjálpti fólki, ið flýddu, men nú eru tey sjálv fløttar. “Matvee er bangin, hann hevur ikki sovið. Mótvegis endanum komu álopini alt ov nær – ein bumba brast bara tvey hús frá okkara. Tá var tíð at flýggja.”


Effektivitetur bjargar lív hjá børnum

UNICEF hjálpir børnum í 190 londum og landaøkjum, og vit eru har bæði fyri, í og eftir vanlukkuna. Vit eru har, og vit hava eina effektiva, altjóða útbreiðslu, sum ger, at vit koma skjótt út til vanlukkurakt børn og familju teirra. Næstan óansæð, hvar í verðini vandin er, kunnu vit pakka, senda og fáa neyðhjálp fram innan 48 tímar.

Í vanlukkustøðum er tað oftast UNICEF, sum leiðir og samskipar arbeiðið – sum verður latið av okkum, øðrum ST-felagskapum, altjóða NGO’um og lokalum samstarvsfelagum – at syrgja fyri, at børnini fáa reint drekkivatn, vesir, skúlagongd og mat.

Tá ið tað mest bráðneyðuga arbeiði er liðugt, vera vit verandi í økinum. Hetta fyri at styrkja umhvørvi og tilbúgvingararbeiðið í framtíðini og fyri at tryggja langtíðar ábøtur, sum við fyrimuni kunnu etablerast í eini endurbygging av samfelagnum. Vit nevna hetta ‘build-back-better’.