Fleiri hava valt at gerast heimsforeldur hjá UNICEF

Her kanst tú lesa um hví

Hans valdi at gerast heimsforeldur fyri at hjálpa teimum, ið eru ringast fyri

Eg valdi at gerast heimsforeldur, tí tað er umráandi at hjálpa til, har ein kann. Sum foreldur at fýra børnum, ynskir ein altíð tað besta fyri børnini, og í okkara parti av heiminum er tað ein sjálvfylgja, at børnini fáa ta skúlagongd, sum tey hava tørv á, og ynskja sær seinni. Heimurin liggur víðopin fyri teimum.

Hettar er tó bara ikki galdandi fyri øll, og so langt burtur frá. Sjálvt modernaði parturin av heiminum, hevur sera ring kor fyri teimum, sum koma illa fyri, ella liggja á lægstu rók í samfelagnum. Tað kostar nógv at taka útbúgving, og kanst tú ikki rinda, so mást tú bara sigla tín egna sjógv.

Sum heimsforeldur veit eg, at eg hjálpi børnum, sum eru ringast fyri, at fáa eina útbúgving, júst sum míni egnu børn. Kann eg hjálpa bara einum barni, so havi eg verið við til at broyta heimin til ein betri.

Títt mánaðarliga gjald fer millum annað til:

Vaccination
Koppseting
Uddannelse
Útbúgving
Rent vand
Reint vatn & reinførisviðurskifti
Myggenet
Mýggjabitanet
Sundhed
Heilsu
Ernæring
Føðslu
Beskyttelse
Vernd

Rose gjørdist heimsforeldur fyri at tryggja børnum útbúgving

I chose to become a global parent because I know that many ambitious children are desperate to get into school and change their future and their families and country.

I was born and raised in Ethiopia but I now live in the Faroe Island where I run my own café- restaurant and catering business. I had a problematic school career because of the culture in my country. It was not financial but morally tough and challenging for girls.

I feel that we have to support those who can’t afford to pursue their dreams. If we come together, there isn’t anything we can’t do as global parents.

UNICEF veitir børnum í umleið 300 vanlukkustøðum í umleið 100 londum neyðhjálp hvørt ár

Hjálp børnunum her

Súsanna er heimsforeldur, tí hon ynskir at gera mun

Eg havi valt at gerast heimsforeldur, tí á hendan hátt kann eg vónandi gera ein lítlan mun, soleiðis at eitt ella fleiri børn, ið hava alstóran tørv, kunnu fáa átrokandi hjálp, mat, skúlagongd og vónandi eisini umsorgan.

Nakað sum er alneyðugt børn.

STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ

VER HEIMSFORELDUR