Stuðla fast
og hjálp børnum HVØNN DAG

Ver Heimsforeldur

Hvønn mánað kunnu tínar 95 kr. tryggja 19.000 litrar av reinum vatni til heimsins ringast staddu børnum

Hvønn mánað kunnu tínar 150 kr. tryggja 63 pakkum av føðsluríkum nøtumorli til børn, ið líða hungur.

Hvønn mánað kunnu tínar 220 kr. hjálpa 9 børnum, ið liva undir trongum korum í skúla við eini skúlatasku.

Sum heimsforeldur gevur tú munadyggastu hjálpina

Tú ert við til at tryggja, at vit kunnu vera til staðar í meira end 190 londum og landaøkjum – bæði við bráðfeingis neyðhjálp í vanlukkum, men eisini við langtíðar menningararbeiði, sum tryggjar øllum heimsins børnum betri framtíðarmøguleikar.

Hóast mong børn um allan heim framvegis hava tørv á hjálp, so henda eisini stór framstig. Til dømis vóru í ári 2000 100 milliónir børn, sum vuksu upp við ongari skúlagongd. Tað talið er nú fallið til 59 milliónir.

Hvussu verður peningurin brúktur, tá ið tú stuðlar UNICEF? Í hesum video kanst tú síggja meira um, hvussu vit brúka og býta út teir pengar, vit savna.

Sum heimsforeldur stuðlar tú børnum bæði fyri, í og eftir eina vanlukku

Í eini vanlukku ert tú við til at tryggja, at børn koma undan, og at bráðneyðuga neyðhjálpin kemur fram. Men tín hjálp til børnini steðgar ikki her. Tín regluligi mánaðarligi stuðul er við til at tryggja, at skúlarnir kunnu verða bygdir upp aftur, at barnavinalig øki kunnu verða gjørd, og at tey kunnu venda aftur til ein gerandisdag við leiki, læru og vón um framtíðina.

Tín regluligi stuðul merkir eisini, at vit kunnu arbeiði fyri, at øll heimsins børn sleppa í skúla, berja niður fátækradømi, geva børnum viðgerð fyri sjúku og føðslutrot, koppingarevni og nógv annað.

At tín stuðul er regluligur er við til at loysa meira pening til hjálpararbeiðið hjá UNICEF, tí vit spara útreiðslur, sum standast av at skipa fyri so nógvum innsavningum. Sum heimsforeldur tryggjar tú tí, at mest møgulig hjálp røkkur út til børnini.

UNICEF er heimsins størsti humaniteri barnafelagsskapur og er í fleiri londum og landaøkjum enn nakar annar barnafelagsskapur. Tað ber bara til, takkað veri stuðli frá heimsforeldrum sum tær.

 

Sí her, hví onnur stuðla UNICEF

Les meira um at vera heimsforeldur HER

Eg valdi at gerast heimsforeldur, tí tað er umráandi at hjálpa til, har ein kann. Sum foreldur at fýra børnum, ynskir ein altíð tað besta fyri børnini, og í okkara parti av heiminum er tað ein sjálvfylgja, at børnini fáa ta skúlagongd, sum tey hava tørv á, og ynskja sær seinni. Heimurin liggur víðopin fyri teimum. Hettar er tó bara ikki galdandi fyri øll, og so langt burtur frá. Sjálvt modernaði parturin av heiminum, hevur sera ring kor fyri teimum, sum koma illa fyri, ella liggja á lægstu rók í samfelagnum. Tað kostar nógv at taka útbúgving, og kanst tú ikki rinda, so mást tú bara sigla tín egna sjógv.
Sum heimsforeldur veit eg, at eg hjálpi børnum, sum eru ringast fyri, at fáa eina útbúgving, júst sum míni egnu børn. Kann eg hjálpa bara einum barni, so havi eg verið við til at broyta heimin til ein betri.
 

Hans

I chose to become a global parent because know that many ambitious children are desperate to get into school and change their future and their families and country.

I was born and raised in Ethiopia but I now live in the Faroe Island where I run my own café- restaurant and catering business. I had a problematic school career because of the culture in my country. It was not financial but morally tough and challenging for girls.

I feel that we have to support those who can’t afford to pursue their dreams. If we come together, there isn’t anything we can’t do as global parents."
 
 

Rose

Eg havi valt at gerast heimsforeldur, tí á hendan hátt kann eg vónandi gera ein lítlan mun, soleiðis at eitt ella fleiri børn, ið hava alstóran tørv, kunnu fáa átrokandi hjálp, mat, skúlagongd og vónandi eisini umsorgan.

Nakað, sum er alneyðugt fyri børn.

 

 

 

 

 

Súsanna

10 góðar grundir til at verða heimsforeldur

Lætt. Tú stuðlar øllum heimsins børnum, og hjálpin kemur børnunum til góðar hvønn dag. Á tann hátt nýtist tær ikki alsamt at taka støðu til, hvussu tú á besta hátt kanst hjálpa, og um tú skal stuðla hesum ella hinum góða endamálinum.

Rættvíst. Tú tryggjar, at UNICEF altíð kann hjálpa teimum børnum, ið hava allarstørsta tørvin. Tín stuðul er nevniliga ikki markaður til ávíst endamál, ávíst land ella serliga úrvald børn.

Bráðfeingis. Tú tryggjar, at UNICEF kann fara út við bráðfeingis neyðhjálp beinanvegin, tá ið vanlukkan rakar. Tað kunnu vit, tí at vit longu eru í mongum av heimsins londum og landaøkjum og hava neyðhjálparútgerð klára á økisgoymslum.

Langtíðar. Tú gevur UNICEF møguleika at arbeiða eftir langtíðarætlan og eftir aðalregluni um ’hjálp til sjálvhjálp’, sum skapar burðardyggar loysnir. Tað ger størstan mun hjá børnunum.

Víðfevnt. Tú gert UNICEF ført fyri eisini at hjálpa teimum børnum, sum búgva longst burtur og eru ringast at røkka.

Heimsfevnt. Tú tryggjar, at UNICEF kann hjálpa børnum í 190 londum og landaøkjum hvønn einasta dag – alt árið.

Reiðiligt. Tú tryggjar, at neyðhjálpin eisini kemur fram til tey børn, rakt av vanlukkum, sum miðlarnir ikki hava áhuga fyri.

Munadygt. Tú tryggjar mest møguliga hjálp fyri peningin. UNICEF kann betur raðfesta, leggja ætlanir og keypa inn í stórum fyri betri prís, tí vit vita, hvussu nógvan pening vit hava tøkan til hjálpararbeiði.

Fíggjarligt. Tú loysir meiri pening til sjálvt hjálpararbeiðið, tí UNICEF sparir útreiðslur til innsavningar.

Framsýnt. Tú gert tað gjørligt hjá UNICEF at hugsa nýtt, granska og menna, so vit kunnu fara undir nýhugsaðar loysnir til fyrimunar fyri heimsins ringast staddu børn.

Títt mánaðarliga gjald fer millum annað til:

Vaccination
Koppseting
Uddannelse
Útbúgving
Rent vand
Reint vatn & reinførisviðurskifti
Myggenet
Mýggjabitanet
Sundhed
Heilsu
Ernæring
Føðslu
Beskyttelse
Vernd

Ofta settir spurningar um Heimsforeldur

Er binding í stuðlinum, tá ið eg stuðli sum heimsforeldur?

Nei, eingin binding er í stuðlinum. Stuðulin er sjálvboðin, og tú ert bara við so leingi, tú hevur hug og høvi.

Kann eg broyta stuðulsupphæddina?

Ja, tað kanst tú. Ring til okkara, um fíggjarstøðan broytist, og tú vilt broyta stuðulin.

Hvussu steðgi eg stuðlinum?

Ætlar tú tær ikki at lækka stuðulsupphæddina, ber sjálvsagt til at steðga stuðlinum. Ring ella skriva til okkara, so skulu vit hjálpa tær at fáa avtaluna steðgaða.

Eg síggi, at tit hava ringt, hví?

Tú ert helst uppringdur, tí vit vilja takka tær fyri stuðulin, ella tí vit vilja frætta, um tú ætlar at broyta gjaldið. Tað er í lagi at siga nei takk, um vit spyrja, um tú hevur hug at hækka stuðulsupphæddina. Tað virða vit sjálvandi. Sama hvat gjaldið er, eru vit takksom. Ert tú ikki heimsforeldur frammanundan, hava vit helst ringt fyri at siga tær okkurt um UNICEF-arbeiðið og fregnast, um tú kundi hugsað tær at verið heimsforeldur.

Er tað trygt at geva tykkum persónviðkvæmar upplýsingar?

Tá ið tú tosar við UNICEF starvsfólk í telefon, fer viðkomandi ongantíð at biðja teg um gjaldupplýsingar. Tú fært harafturímóti eitt sms ella teldubræv við einum leinki, sum tú sjálv/ur letur upp og skrivar tínar gjaldupplýsingar í. Tað virkar á sama hátt, sum tá ið tú keypir á netinum. Síðan fært tú sjálvandi kvittan, og tú verður kunnað/ur so hvørt um arbeiðið hjá UNICEF við teldubrævi og sms.

Kann eg vera vísur í, at tað er UNICEF og ikki svikafólk, ið hava sett seg í samband við meg?

Ivast tú í einum sms, einari uppringing, einum teldubrævi ella einum brævi við UNICEF sum sendara, um tað er ER frá UNICEF, er skilagott at ringja til okkara og fáa tað váttað. Hóast tað ikki er ein trupulleiki, vit vita nakað um, skalt tú sjálvandi gera vart við tað, hevur tú varhuga av, at okkurt er, sum tað ikki eigur at vera.

Kann eg sleppa undan, at tit seta tykkum í samband við meg?

Vilt tú ikki, at vit ringja til tín, er tað í lagi. Tað geldur eisini brøv, teldupost ella sms. Ring ella skriva til okkara, so fáa vit tað í lag.