Ofta settir spurningar um Heimsforeldur

Niðanfyri fært tú svar uppá ymiskar spurningar. Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara (+45) 35273800 ella skriva til okkara unicef@unicef.dk.

Ofta settir spurningar um Heimsforeldur

Er binding í stuðlinum, tá ið eg stuðli sum heimsforeldur?

Nei, eingin binding er í stuðlinum. Stuðulin er sjálvboðin, og tú ert bara við so leingi, tú hevur hug og høvi.

Kann eg broyta stuðulsupphæddina?

Ja, tað kanst tú. Ring til okkara, um fíggjarstøðan broytist, og tú vilt broyta stuðulin.

Hvussu steðgi eg stuðlinum?

Ætlar tú tær ikki at lækka stuðulsupphæddina, ber sjálvsagt til at steðga stuðlinum. Ring ella skriva til okkara, so skulu vit hjálpa tær at fáa avtaluna steðgaða.

Eg síggi, at tit hava ringt, hví?

Tú ert helst uppringdur, tí vit vilja takka tær fyri stuðulin, ella tí vit vilja frætta, um tú ætlar at broyta gjaldið. Tað er í lagi at siga nei takk, um vit spyrja, um tú hevur hug at hækka stuðulsupphæddina. Tað virða vit sjálvandi. Sama hvat gjaldið er, eru vit takksom. Ert tú ikki heimsforeldur frammanundan, hava vit helst ringt fyri at siga tær okkurt um UNICEF-arbeiðið og fregnast, um tú kundi hugsað tær at verið heimsforeldur.

Er tað trygt at geva tykkum persónviðkvæmar upplýsingar?

Tá ið tú tosar við UNICEF starvsfólk í telefon, fer viðkomandi ongantíð at biðja teg um gjaldupplýsingar. Tú fært harafturímóti eitt sms ella teldubræv við einum leinki, sum tú sjálv/ur letur upp og skrivar tínar gjaldupplýsingar í. Tað virkar á sama hátt, sum tá ið tú keypir á netinum. Síðan fært tú sjálvandi kvittan, og tú verður kunnað/ur so hvørt um arbeiðið hjá UNICEF við teldubrævi og sms.

Kann eg vera vísur í, at tað er UNICEF og ikki svikafólk, ið hava sett seg í samband við meg?

Ivast tú í einum sms, einari uppringing, einum teldubrævi ella einum brævi við UNICEF sum sendara, um tað er ER frá UNICEF, er skilagott at ringja til okkara og fáa tað váttað. Hóast tað ikki er ein trupulleiki, vit vita nakað um, skalt tú sjálvandi gera vart við tað, hevur tú varhuga av, at okkurt er, sum tað ikki eigur at vera.

Kann eg sleppa undan, at tit seta tykkum í samband við meg?

Vilt tú ikki, at vit ringja til tín, er tað í lagi. Tað geldur eisini brøv, teldupost ella sms. Ring ella skriva til okkara, so fáa vit tað í lag.