Øll børn hava rætt til
útbúgving

”Mær dámar væl allar lærugreinar í skúlanum, serliga arabiskt. Eg ætli mær at vera høvundur, tá ið eg verði vaksin,” sigur 7 ára gamla Nura.

Skúli hennara er í Ainabo í Somalia. Hann fær stuðul frá UNICEF, sum hevur bygt eitt flokshøli og tveir fyribils undirvísingardeplar. Harumframt hevur UNICEF millum annað gjørt skúlanum ein vatntanga, og 200 næmingar hava fingið skúlabúnar.
© UNICEF/2017/Rich

Dagført t. 18. mai 2021

Øll børn hava rætt til útbúgving

UNICEF hevur átikið sær at tryggja, at børn koma í skúla og fáa dygdargóða útbúgving, so tey kunnu royna síni evni til fulnar og skapa sær eina góða framtíð. Sama hvørji tey eru, og hvar tey búgva.

Útbúgving er lykilin til framtíðina. Og UNICEF heldur tí, at øll heimsins børn skulu sleppa fram at einari hollari útbúgving.

Stór framstig hava veri seinastu 20 árini; síðan ár 2000 eru børn í grundskúlaaldri, sum ikki sleppa í skúla, fallið frá 100 milliónum til 59 milliónir í 2020. Men tann góða menningin er tíverri steðgað seinastu árini.

Nógvar forðingar eru fyri útbúgving hjá børnum

Mangt er, sum forðar børnum í at fáa tað útbúgving, tey hava rætt til. Um allan heim er fátækradømi framvegis størsta orsøkin til, at børn ikki sleppa í skúla og fáa útbúgving. Drúgv kríggj í londum sum Sýria og Yemen hava tvingað 27 milliónir børn úr skúlum, tí tey liva á flótti, ella tí skúlin er í sorli. Men eisini viðurskifti sum kyn, bústaður og etniskt tilknýti kunnu gera sítt til, um børn sleppa at útbúgva sig ella ei.

Vánalig góðska er ein onnur avbjóðing fyri møguleika hjá børnum at læra og at útbúgva seg. Í alt ov mongum londum er undirvísingin vánalig og skúlakarmarnir so vánaligir, at tað í sjálvum sær forðar børnunum í at læra og fáa nakra rættiliga útbúgving. 617 milliónir børn og ung um allan heim læra ikki grundleggjandi førleikarnar at lesa og rokna.

Barnið hevur rætt til undirvísing. Luttakaralondini hava skyldu at tryggja øllum børnum atkomuliga og ókeypis útbúgving.

Barnarættindasáttmálin, grein 28.

ST-heimsmálið um góðsku í útbúgving

UNICEF arbeiðir fyri rættinum hjá øllum børnum at útbúgva seg og tekur støði í ST-heimsmál 4, ið snýr seg um at tryggja góðsku í útbúgving.

Fyri at røkka hesum heimsmáli arbeiðir UNICEF við at:

  • Gera skúla atkomuligan.
  • Tryggja skúlagongd í krígs- og vanlukkustøðum.
  • Styrkja menning hjá børnum.
  • Berjast ímóti barnaarbeiði.
  • Fáa barnhermenn úr kríggi og í skúla.
  • Fevna um børn, ið bera brek.