UNICEF – søga,
arbeiði og virði

Søga: Tað byrjaði eftir seinna heimsbardaga

”Vónin um framtíðina liggur á komandi ættarliðum”. Soleiðis ljóðaðu boðini, tá ið ST-aðalfundurin stovnaði UNICEF í 1946. Hugsanin var, at tað skuldi vera ein fyribils felagsskapur, sum skuldi tryggja mat og mjólk til neyðstødd børn í Evropa og Japan eftir kríggið.

Málið var at hjálpa børnum við at koma undan, endurbyggja tey syndraðu samfeløgini og endurvinna trúnna á eina betri framtíð. Seinni gjørdi ST av, at UNICEF skuldi halda fram at hjálpa børnum í neyð í øllum heiminum. Ikki bara eftir kríggj og vanlukkur, men eisini við koppsetingum og aðrari langtíðarhjálp til heilsu, ið kundi tryggja, at børnini og teirra staðbundnu samfeløg alla tíðina styrknaðu og betur vóru tilbúgvin at klara seg sjálv í framtíðini.

Og júst soleiðis arbeiða vit framvegis – bæði bráðfeingis og langtíðar.

Arbeiði: UNICEF hjálpir øllum heimsins børnum

UNICEF er tann felagsskapurin, ið øll heimsins lond hava sett á odda fyri at tryggja, at børn koma undan og klára seg í lívinum. Fyrst og fremst hjálpa vit teimum verst staddu børnunum, men ikki bara teimum. UNICEF arbeiðir fyri øll heimsins børn. Karmurin er ST-barnasáttmálin, og alt virksemið er treytað av sjálvbodnum íkasti.

UNICEF er barnanna rødd á stjórnarskrivstovum, teirra hjálpandi hond, sama hvar tey búgva, og teirra lívbjargandi neyðhjálparveitari í teimum ringastu kríggjum og vanlukkum.

Vit bjarga barnalívum frá tí, at tey eru í búkinum á mammuni, til teirra vaksnamannalív byrjar.

Í 75 ár hava úrslit okkara víst, at fleiri børn nú á døgum koma undan, fáa útbúgving og kunnu vaksa trygt upp.

Virði: Øll børn skulu hava ein veruligan møguleika

Vit skoða børn sum gávaðar, skapandi einstaklingar. Vit berjast fyri, at øll børn skulu koma undan og trívast, ganga í skúla og fáa útbúgving, sleppa undan harðskapi og ágangi og vaksa upp í einum burðardyggum, reinum og tryggum heimi.

Vit hava álit á hjálp til sjálvhjálp. Vit hava álit á viðkomandi og skilagóðari hjálp, sum leggur upp fyri avbjóðingum, ið venda aftur, og á bráðfeingishjálp, sum eisini horvir inn í framtíðina.

Tá ið vit endurbyggja tað, ið varð týnt í eini vanlukku, byggja vit tað betri, enn tað var frammanundan. Tað er tað, vit kalla: ‘Build-back-better’.

5-årige Seif-ed-Dien er fra Syrien. Børn som ham gør alt, hvad de kan for at opretholde deres skolegang på trods af krigen. © UNICEF/UN041539/anonymous