Soleiðis raðfesta
vit peningin
89,5% til arbeiðið við børnum
UNICEF er sett á stovn fyri at hjálpa so nógvum børnum sum møguligt. Tí eru vit sparin við útreiðslum og umsiting. Tølini fyri 2017 – 2021 vísa at stuðlar tú við 100 kr. fer í miðal 89,5 kr. beinleiðis til endamálið at hjálpa børnum at fáa eina góða byrjan uppá lívi. Vit seta umleið 14 kr. í innsavningarvirksemi, sum ger, at vit kunnu savna meira pening inn til børnini. Og bara 2 kr. fara til umsiting.
Síðani 2000 er talið av danskarum, ið stuðla UNICEF hvønn mánað hækka úr 4.000 til 75.000. Síðani vit í 2020 byrjaðu eina føroyska deild hjá UNICEF Danmark, hava longu meira enn 1.000 føroyingar melda seg sum limir – eisini kallað Heimsforeldur.
UNICEF er barnagrunnur Sameindu tjóða, men vit eru ikki á fíggjarætlanini hjá ST. Alt arbeiðið hjá UNICEF er tí tengt at sjálvboðnum stuðli frá privatum, fyritøkum, grunnum og stjórnum.
GG: Tølini í videobrotinum eru miðaltøl og kunnu tí víkja frá tølunum her á síðuni, sum eru tey nýggjastu.
Býti av peningi hjá UNICEF Danmark 2020-2021
Raðfestingin av peninginum ávirkast av, hvussu vanlukkurnar runt um í heiminum hava veri farna roknskaparár, og hvussu stórur eginpeningurin hjá UNICEF Danmark er. Tølini síðsta ár vóru met góð. Einans 1,1 % fór til umsiting og heili 89,5 % fór beinleiðis til arbeiði at hjálpa børnum. Sí strikumynd niðanfyri.
Sí meira upplýsing um inntøkur og útreiðslur hjá UNICEF Danmark í roknskaparfrágreiðingini her:
Roknskaparfrágreiðing 2021 (á donskum)Soleiðis verður hjálpin sundurbýtt
Meirilutin av innsavnaða peninginum hjá UNICEF fer til at hjálpa útsettum børnum at koma undan, skúlagond og atgongd til reint vant.
Her fer hjálpin
UNICEF hjálpir børnum í øllum heimspørtum. Í 2019 fór umleið helvtin av hjálpini til afrikansk lond, og ein fjórðingur fór til stríðsherjaði lond í Miðeystur og Norðurafrika.
