Heimild at verja børn politiskt

ST heimildin hjá UNICEF

Arbeiði hjá UNICEF fevnir breitt. Felagsskapurin veitir bráðfeingis neyðhjálp til mat og heilsu, stuðlar menning av nýggjari tøkni og verkætlanum, sum betra umstøðurnar hjá menningarlondum so at tey klára seg sjálvi. Og ein týðandi partur av arbeiðinum hjá UNICEF er at arbeiða fyri, at rættindi hjá børnum verða vird og vard.

Sum ein stovnur undir ST, hevur UNICEF fingið ábyrgd at tryggja barnarættindi – sum tú sært í barnasáttmálanum her. UNICEF leggur trýst á lond, sum loyva barnasoldátum, umskering av gentum, barnabrúðrum og øðrum, tí hetta er skaðiligt fyri menningina hjá barninum.

Høvuðsuppgávan hjá UNICEF er at geva øllum børnum eina góða byrjan uppá lívið, tí er eisini politiska arbeiðið – sum ST heimildin er – ein umráðandi partur av arbeiðinum hjá UNICEF.

Jú fleiri vit eru – jú sterkari gerast vit
Tá ið tú stuðlar UNICEF fast hvønn mánað, verður tú partur av arbeiðnum at tryggja barnarættindi. Tú er soleiðis bæði við at veita hjálp her og nú og tað langtíðar arbeiðið við at tryggja børnum teirra rætt at vera børn, sum veksa upp undir tryggum umstøðum.

STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ

GERST HEIMSFORELDUR

Vit arbeiða skjótt og hugsa nýtt fyri at hjálpa øllum heimsins børnum

UNICEF hjálpir børnum í 190 londum og landaøkjum, sum er meira enn nakar annar barnafelagsskapur. Vit samstarva við myndugleikar og stjórnir á staðnum, aðrar ST-felagsskapir og aðrar barnafelagsskapir og brúka okkara drúgvu royndir og serkunnleika til at bjarga børnum og gera teirra lív betri hvønn einasta dag.

Tær góðu royndirnar og góðu úrslitini, vit fáa í einum landi ella øki, kunnu vit endurnýta í einum øðrum. Vit knýta altíð bráðneyðug neyðhjálparátak saman við langtíðar menningararbeiði. Av tí at vit hava eitt netverk, ið fevnir um allan heim, eru vit før fyri at fáa úrslit fyri øll heimsins børn.

Vit arbeiða miðvíst við at ávirka marknaðirnar um ta útgerð, vit keypa til heimsins børn, so vit altíð tryggja okkum besta prís og mestu hjálp fyri pengarnar. Vit fáa í lag munagott samstarv við virki og grunnar, og vit brúka gransking og nýskapan sum jarnbrot fyri at skunda undir framstig og varandi ábøtur fyri ØLL heimsins børn.

Hvat kanst tú gera?

Stuðla arbeiðinum hjá UNICEF við at gerast heimsforeldur. Tín stuðul fer til at hjálpa børnum um allan heim at fáa eina góða byrjan uppá lívið.

PRØV QUIZZEN HER
Stuðla sum heimsforeldur HER
luftluftluftluft