
Kríggj í Ukraina
7,5 milliónir børn eru í vanda
Børn í Ukraina hava tørv á hjálp
Tað er ógvisligt og óhugnaligt at fylgja við álopinum á Ukraina. Bumbur fella og stríðsvognar herja á landið. Tað hendir nú – í Evropa.
Børn í Eysturkraina hava livað við vápnaðum stríði og politiskum og sosialum ófriði í átta lang ár, hetta hevur havt stórar avleiðingar á gerandisdag og heilsu – nú er støðan enn meira hættislig.
Næstan 7,5 milliónir børn hava beint nú tørv á neyðhjálp. Børnini mangla heilivág, heit klæðir, reint vatn, verju og sálarliga-sosialan stuðul. Lív og framtíð teirra er í vanda!
Hjálp børnum í Ukraina. Tað hevur skund!
Tú kanst gera stóran mun fyri børnini í Ukraina í dag.

UNICEF er á staðnum og veitir neyðhjálp
og verju til børnini
Vit arbeiða fyri at hjálpa børnum, ið hava tørv á okkum – bæði í Ukraina og grannalondunum. Vit lata heit klæðir, heilivág, reint vatn og aðra avgerandi neyðhjálpsútgerð; og okkara mobilu toymir veita læknahjálp og sálarliga-sosialan stuðul. Men tørvurin er alstórur og vit hava brúk fyri hjálp, so at vit kunnu koma út til fleiri børn.
Beint nú hava børnini tørv á bráðfeingis hjálp til:
- Heit klæðir
- Reint vant
- Heilivág
- Sálarliga-sosialan stuðul
- Leikutoy
Við tínum stuðli kunnu vit hjálpa fleiri – skjótari!
Tú kanst lesa meira um, hvussu vit hjálpa børnum í Ukraina her
