Okkara føroyska toymi


Føroyska toymið hjá UNICEF

Okkara pengainnsavnarar gera hvønn dag eitt framúr gott arbeiði, sum er við til at tryggja, at fleiri børn koma undan og trívast. Tey ringja til fólk í Føroyum og siga frá endamáli og kalli hjá UNICEF at hjálpa øllum heimsins børnum, og tey geva tær høvi sum heimsforeldur í UNICEF at hjálpa børnunum.

Niðanfyri kanst tú síggja nakrar av okkara peningainnsavnarum og lesa, hví tey arbeiða hjá UNICEF.

 

Guðrun Henrysdóttir

Eg eiti Guðrun Henrysdóttir og eri fødd og uppvaksin í Fuglafirði.

Eg havi altíð havt eitt ynski um at arbeiða fyri ein altjóða hjálparfelagsskap, og fyri meg gav tað meining at velja UNICEF, ið hjálpir børnum.

Eg havi valt at arbeiða hjá UNICEF, tí her hjálpa vit í nærumhvørvinum við bæði bráfeingis hjálp og langtíðarmenning. Har afturat eru vit tann einasti barnafelagsskapurin, ið hevur politiska ávirkan í Sameindu Tjóðum (ST).

Gjøgnum politiskt arbeiði tryggjar UNICEF, at barnarættindasáttmálin, ið er til fyri at geva øllum børnum eitt virðiligt og trygt lív, verður hildin. Tann politiska ávirkanin er ein av høvuðsorsøkunum til, at eg valdi UNICEF.

Børn hava ikki valt mentanina ella átrúnaðin, tey eru partur av, og tey hava avgjørt onga ávirkan á umstøðurnar, tá ið kríggj ella vanlukkur herja á.

Tað er mín áskoðan, at føroyingar hava stórt hjartarúm fyri børnum og ynskja at hjálpa teimum, ið hava tørv á tí. Sum limir í UNICEF hava føroyingar møguleikan at hjálpa børnum ikki bara at yvirliva, men at fáa eitt lív har tey læra at lesa, skriva og mennast til sjálvstøðu menniskju.

Eg eri errin um at vera partur av føroyska toyminum og gleðist um, at UNICEF er komið til Føroyar.

Børn hava ikki valt mentanina ella átrúnaðin, tey eru partur av, og tey hava avgjørt onga ávirkan á umstøðurnar, tá ið kríggj ella vanlukkur herja á.

Guðrun Henrysdóttir

Yasmin Dalsgarð

Eg eiti Yasmin, og eg eri úr Tórshavn.

Eg havi valt at arbeiði hjá UNICEF, tí eg trúgvi, at mann hevur størst ávirkan, tá ið mann í felag arbeiðir fyri at tryggja børnum eina góða framtíð.

Sum innsavnari tosi eg við nógv ymisk fólk, og havi nógvar hugkveikjandi samtalur, um hvussu vit gera ein mun.

Alt ov nógv børn uppliva, at teirra lív, trivnaður og framtíðarmøguleikar verða tiknir frá teimum vegna kríggj ella fátækaradømið.

Sum heimsforeldur hevur mann ein fantastiskan møguleika at stuðla víðfevnandi og burðardyggum hjálpararbeiði fyri børn um allan heim.

Sum innsavnari tosi eg við nógv ymisk fólk, og havi nógvar hugkveikjandi samtalur, um hvussu vit gera ein mun.
Yasmin Dalsgarð

Børn eru framtíðin og við at tryggja teimum eina framtíð, tryggja vit samstundis heiminum eina framtíð.

Tí eri eg errin og glað um at vera partur av føroyska toyminum, ið hevur tikið stig til at rótfesta UNICEF í Føroyum – eitt lítið land við stórum gávumildni og umsorgan.

Ert tú áhugað/ur í arbeiðnum sum peningainnsavnari hjá UNICEF? Les meira og leita HER.

STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ

VER HEIMSFORELDUR